Fótbóltur

River Plate vann Copa Libertadores

Argentinska liðið vann finaluna móti Boca Juniors.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-10 07:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinni finaludysturin í suðuramerikansku fótbóltssteypakappingini Copa Libertadores millum River Plate og Boca Juniors varð spæld í Madrid í Spania í gjárkvøldið.

Fyrri dysturin endaði við 2-2 javnleiki á heimavøllinum hjá Boca Juniors, men seinni dysturin varð útsettur, tí at viðhaldsfólk hjá River Plate lupu á leikarabussin hjá Boca Juniors.

Finalan var flutt til Madrid, og tað varð River Plate, sum gjørdust meistarar við einum 3-1 sigri í seinna finaludystinum. Einki skilti liðini fyrstu 90 minuttirnar, tá støðan var 1-1. Men Boca Juniors fekk ein mann koyrdan av vøllinum í umdystinum, og tá gekk galið. River Plate skoraði tvær ferðir afturat og gjørdist tí meistarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder