Fyrr í dag frættist, at Brendan Rodgers var í samráðingum við Leicester. Felagið hevur gjørt skjótt av, eftir at Claude Puel varð uppsagdur sunnudagin, og í kvøld undan Premier League dystinum móti Brighton varð Rodgers avdúkaður sum nýggjur venjari hjá úlvunum.
Norðurírski venjarin, ið er mest kendur frá sínari tíð í Liverpool, kemur aftur til Premier League frá Celtic. Í Skotlandi hevur 46-ára gamli venjarin vunnið sjey steyp, men hann sigur, at møguleikin at koma til Leicester, ið hann lýsir sum eitt lið í góðari menning, var ov góður til at siga nei til. Rodgers segði farvæl við leikararnar í Celtic í gjár, og hann hevur bara gott at bera felagnum, men sigur at hann helst hevði ført Celtic so langt, sum hann kundi,
Eitt annað kent andligt kemur við Rodgers til Onglands. Fyrrverandi vejruleikarin Kolo Touré verður first-team coach hjá Leicester. Hann hevur spælt undir Rodgers í Liverpool og Celtic, og eftir at hann gavst sum leikari, gjørdist hann partur av venjaratoyminum. Chris Davies verður hjálparvenjari, og hann fylgir eisini við frá Celtic.
Brendan Rodgers gerst triðji venjari, ið Leicester setur uppá tvey ár. Í februar 2017 fekk Claudio Ranieri sekkin hjá liðnum, sum tá vardi meistaraheitið. Sáttmálin ímillum Rodgers og Leicester er galdandi til 2022.
Fótbóltur
Rodgers nýggjur venjari hjá Leicester
Norðurírin er aftur í enskum fótbólti, og hann hevur gjørt sáttmála til 2022.
Rodgers í sínum seinasta dysti á odda fyri Liverpool. Nú er hann a brúnni í Leicester (Mynd: EPA)
2019-02-26 20:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald