Fótbóltur

Brendan Rodgers á veg aftur til Premier League

Celtic hevur givið Leicester loyvi at tosa við Rodgers, ið sær út til at gerast avloysarin hjá Claude Puel.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-02-26 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin kunngjørdi Leicester, at Claude Puel var uppsagdur í felagnum. Hetta kom eftir eitt 4-1 tap fyri Crystal Palace á heimavølli dagin fyri. Leicester hevur ikki vunnið síðani 1. januar, og franski venjarin var illa lýddur av áskoðarum og sum skilst eisini av fleiri í leikarahópinum.

Tá Leicester í kvøld spælir á heimavølli ímóti Brighton, er tað við fyribils venjarum. Talan er um Mike Stowell og Adam Sadler, ið hava verið partur av venjaratoyminum hjá Leicester í longri tíð. Men hetta kann gerast einasti dystur við hesum á odda, tí bretskir miðlar skriva í morgun, at Brendan Rodgers er í Leicester til samráðingar.

Í gjár fóru søgurnar at ganga um norðuríran sum ein møguligan biðil til starvið sum
høvuðsvenjari. Í dag hevur Celtic váttað, at felagið hevur givið Rodgers loyvi at fara til Onglands, hóast skotska stórfelagið allarhelst ynskir at halda uppá 46-ára gamla venjaran. Celtic boðar frá, at tað var eftir brennandi ynski hjá Rodgers, at hann fór til Leicester. 

Rodgers kom til Celtic í 2016. Síðani hevur hann vunnið øll steypini, sum møguleiki er fyri í Skotlandi: Premiership og steypakappingina tvær ferðir og League Cup vann hann fyri triðju ferð fyri kortum. Celtic er eisini átta stig frammnfyri Rangers í løtuni. Í sínum fyrsta kappingarárið var Celtic í bólkaspælinum í Champions League. Í seinastu viku varð liðið sligið út av Valencia í Europa League.

Brendan Rodgers stóð á á odda fyri Liverpool frá 2012 til 2015, har hann í 2013-2014 var sera nær við at føra liðið til sítt fyrsta Premier League-heiti. Leicester liggur í løtuni á 12. plássi - átta stig eru niður til strikuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder