2018-10-31 20:52
19 ára gamli málmaðurin, Rói Mørk Hentze, og B36 hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við kappingarárið 2020.
Rói fekk debut á besta liðnum í fjør, og í ár hevur hann staðið ofta millum stengurnar í Betri deildini, umframt Løgmanssteypið og Europa League fyri B36
- Tí er tað gleðiligt, at partarnir eru samdir um at leingja sáttmálan, og gleða vit okkum at síggja Róa leika í B36 blusuni næstu tvey árini, skrivar B36 á heimasíðuni.
Les eisini: Toppskjúttin á Skála til Havnar
(Mynd: B36)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald