B36 og áleyparin Brian Jacobsen hava undirskrivað sáttmála fyri næstu tvey árini.
- Brian, sum er 26 ára gamal, hevur í fleiri ár markerað seg sum ein vandamiklan harra í føroyskum fótbólti, og tað fer hann vónandi eisini at gera, nú hann fer at spæla í hvítum. Í øllum førum heldur hann, at B36 er eitt felag, sum hóskar væl til sín, skrivar B36 á heimasíðuni í kvøld.
- Mær hevur altíð dámt væl spælistílin hjá B36, har nógvir málmøguleikar verða skaptir, sigur Brian Jacobsen við heimasíðuna hjá felagnum.
- Sjálvur flyti eg nú til Havnar, og skuldi eg velja millum B36 og HB til mína fótbóltsframtíð komandi árini, so var eingin sum helst ivi, sigur hann við b36.fo.
Brian Jacobsen skoraði 10 mál fyri Skála farna kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald