Enn eitt Champions League kvøld - aftur spenningur og dramatikkur. Tað var tað í Torino, har Juventus tók ímóti Atletico. Í Manchester var munandi minni spennandi.
Juventus tapti 2-0 í Madrid í februar, og tí var eitt stórt arbeiði fyri framman. Heimavøllurin var tó ein fyrimunir, og Atletico varð lagt undir trýst beinanvegin. Juventus var greitt omaná allan dystin, og útiliðið hevði torført vid at fóta sær.
Tá trý mál skulu til í avgerandi Champions League dysti, er Cristiano Ronaldo rætti maðurin at heita á. 34-ára gamli áleyparin fekk javnvág í samanlagda roknskapin við tveimum frálíkum stútarum í hvør sínum hálvleiki. Eftir 2-0 málið hendi ikki so nógv eina løtu, men fimm minuttir fyri leiklok fekk heimaliðið brotsspark, tá vælleikandi Bernadeschi varð feldur. Maðurin til høvið var sjálvandi Ronaldo, og mest skorandi leikarin í Champions League søguni nakrantíð var ísakaldur, og gjørdi aftur tað ónda ímóti Atletico.
City var stórfavorittur eftir 3-2 á utivølli, og har var eingin slingur í valsinum. Liðið hjá Guardiola avgjørdi uppgerðina við trimum málum stutt fyri hálvleik og vann heili 7-0 á Schalke.
Juventus - Atletico Madrid (3-0) 3-2 samanlagt
27’ Cristiano Ronaldo 1-0
48’ Cristiano Ronaldo 2-0
86’ Cristiano Ronaldo 1-0 br.
Manchester City - Schalke 04 (7-0) 10-2 samanlagt
Sergio Aguero 1-0 br.
Sergio Aguero 2-0
Leroy Sane 3-0
Raheem Sterling 4-0
Bernardo Silva 5-0
Phil Foden 6-0
Gabriel Jesus 7-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald