Fótbóltur

Ronaldo sendi Portugal í finaluna

Portugal skal spæla finalu í Nations League á heimavølli; hetta er allarmest liðformanninum og superstjørnini hjá liðinum at takka.

Cristiano Ronaldo gjørdist hetjan í Porto í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo gjørdist hetjan í Porto í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-06-06 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Portugal og Sveis hittust í fyrru hálvfinaluni í UEFA Nations League deild A í gjárkvøldið. Portugal hevði fyrimunin við heimavølli, tí hálvfinalurnar og finalan verða leiktar í landinum á iberisku hálvoynni.

Yvirskriftin í kvøld var, sum ikki einaferð, Cristiano Ronaldo. 34-ára gamli áleyparin legði sítt land á odda við frálíkum frísparki í 25 .minutti. Sveis svaraði aftur við brotssparki tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, ið varð dømt við VAR, har long tíð gekk, áðrenn tað var givið til sveisarar. Tað sá út til at fara í longda leiktíð, men í 88. minutti legði Bernardo Silva bóltin útfrá til Ronaldo, ið bankaði hann niður í nærra málhorn. Tveir minuttir seinni varð Juventus-leikarin sendur í dýbduna, og so tók hann sær av restini sjálvur.

Harvið skal Portugal spæla finalu í Porto sunnudagin. Um tað verður ímóti Onglandi ella Hollandi fæst greiða á í annaðkvøld, tá hesi hittast til spennandi hálvfinalu. 

UEFA Nations League - 1. hálvfinalan, Porto
Portugal - Sveis 3-1(1-0)

Í morgin: 19.45 Ongland - Holland 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder