Fótbóltur

Ronaldo sett enn eitt málmet

Cristiano Ronaldo skoraði sítt ligamál nummar 400 í fyrsta stigamissinum hjá Juventus í ár.

Ronaldo skeyt í dag sítt mál nummar 400 í ligafótbólti
(Mynd: EPA)

Ronaldo skeyt í dag sítt mál nummar 400 í ligafótbólti (Mynd: EPA)

2018-10-20 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Juventus hevði fult stigatal undan dagsins dysti móti Genoa. Men suverana oddliðið í Serie A megnaði ikki at fáa trý stig. 

Cristiano Ronaldo legði annars heimaliðið á odda í 18.minutti. Hetta var eitt serstakt mál, tí hetta var mál nummar 400 hjá Cristiano Ronaldo í ligafótbólti. 33-ára gamla superstjørnan er fyrsti leikarin, ið kemur uppá hetta talið í evropeiskum fótbólti. Lionel Messi er tættast uppá hetta talið; Barcelona-leikarin hevur skorað 387 mál í La Liga.

Juventus var ávegis enn einum sigri, men Genoa javnaði um miðjan 2.hálvleik. Harvið steðgar sigursrøðin hjá Juventus í heimligu deildini á átta. Napoli spælir úti móti Udinese í kvøld; Um Napoli vinnur, er munurin í oddinum fýra stig.

Cristiano Ronaldo hevur skorað fýra mál fyri Juventus í Serie A. Hann og Juventus vitja týskvøldið á Old Trafford.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder