Annað

Ronaldo: Tí skifti eg til Juventus

Forsetin hjá Real Madrid, Florentino Perez, var orsøkin til, at Ronaldo skifti til Juventus.

2018-10-30 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambandið millum forsetan hjá Real Madrid, Florentino Perez, og Cristiano Ronaldo var eftir níggju ár so vánaligt, at portugisiska heimsstjørnan gjørdi av at skifta til italska Juventus.

"Eg føldi, at tey í Real Madrid, og at serliga forsetin, ikki sóu meg uppá sama hátt, sum tey gjørdu í byrjanuni. Tey fyrstu 4-5 árini, føldi eg meg sum 'Christiano Ronaldo!'. Forsetin sá meg ikki longur sum nakað, hann ikki kundi verið fyri uttan," sigur Ronaldo í samrøðu við France Football.

Tá Cristiano Ronaldo kom til Real Madrid úr Manchester United í 2009, var hann annars ein av teimum heilt stóru vinningunum hjá Florentino Perez, men sambært Ronaldo hevur hetta broytt seg tey seinastu árini, og til endans helt Perez tað ikki vera nakar trupulleiki, at Ronaldo skuldi fara úr felagnum, skrivar TV2.

"Tað var tað, sum fekk meg til at umhugsa at skifta felag," sigur Ronaldo, sum leggur afturat, at hann eisini skifti felag fyri at fáa nýggjar avbjóðingar.

"Um hetta bara snúði seg um pengar, var eg farin til Kina, har eg kundi fingið fimm ferðir so nógv í løn sum í Juventus ella Real Madrid. Eg fór ikki til Juventus fyri pengar. Eg fekk tað sama, um ikki meira, í Real Madrid. Munurin er, at í Juventus vilja tey veruliga hava meg. Tað gjørdu tey greitt fyri mær," sigur Ronaldo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder