2018-10-05 10:22
Cristiano Ronaldo hevur boða frá, at hann ikki er tøkur til landsliðið restina av árinum. Orsøkin er, at hann vil brúka sína orku uppá at koma uppá pláss í nýggja felag sínum Juventus.
Cristiano Ronaldo verður tí ikki tøkur til teir komandi tveir landsdystirnar. Hann var heldur ikki við, tá Portugal spældi vinadyst móti Kroatia og ímóti Italia í Nations League farna mánað.
Cristiano Ronaldo hevur tó lagt dent á, at talan bert er um ein fyribils steðg.
Hansara tíð í Juventus hevur ikki gingið heilt eftir vild, og stórleikarin skoraði ikki fyrrenn í sínum fjórða dysti fyri nýggja felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald