Kendi fótbóltsleikarin Cristiano Ronaldo verður í løtuni lagdur undir at hava neyðtikið eina kvinnu í 2009. Fótbóltsleikarin noktar fyri at hava neyðtikið kvinnuna.
- Mín samvitska er rein, skrivaði Cristiano Ronaldo á Twitter í gjárkvøldið.
Ronaldo váttar, at hann hevði kynsliga samveru við kvinnuna, men at tað var við samtykki.
- Eg avnokti fult og heilt ákærunum. Neyðtøka er ein óhugnalig brotsgerð, sum gongur ímóti øllum tí eg standi fyri. Sjálvt um eg vil reinsa mítt navn, nokti eg at fóðra miðlamyndina, sum er skapt av fólki, sum royna at koma fram í verðini á mín kostnað, skrivar Cristiano Ronaldo.
Kathryn Mayorga sigur, at hon sum 25 ára gomul varð neyðtikið av Cristiano Ronaldo á einum hotelkamari í Los Angeles í 2009. Hon sigur, at hon fekk goldið 2,6 mió. kr. fyri at tiga um neyðtøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald