Fótbóltur

Rooney fær ein dyst afturat í ensku landsliðstroyggjuni

Venjingardysturin móti USA í næstu viku hevur fingið navnið Wayne Rooney Foundation International.

Rooney fegnast, eftir at hann hevur brotið málmetið móti Sveis í 2015
(Mynd: thefa.com)

Rooney fegnast, eftir at hann hevur brotið málmetið móti Sveis í 2015 (Mynd: thefa.com)

2018-11-05 16:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er leikarin við flest málum á enska landsliðnum og tann útileikarin við flest dystum. Wayne Rooney umboðaði enska landsliðið frá 2003 til 2016. Nú skal hann aftur umboða sítt land.

Um tíggju dagar spæla Ongland og USA venjingardyst á Wembley. Hjá Onglandi er hetta fyrireiking til Nations League dystin móti Kroatia tríggar dagar seinni. 

Dysturin verður eisini nýttur sum stuðul til vælgerandi felagskapin hjá Wayne Rooney; Wayne Rooney Foundation International. Hetta er eisini fyri at heiðra fyrrverandi liðskiparanum, ið gjørdist mest skorandi leikarin hjá Onglandi í 2015. Hetta kunngjørdi enska fótbóltssambandi í gjár.

Wayne Rooney hevur fingið pláss í hópinum hjá Gareth Southgate til dystin. Seinastu mánaðirnar hevur 33-ára gamli leikarin skorað 12 ferðir fyri DC United, ið hann hevur ført til endaspælið í USA.

Rooney hevur leikt 119 dystir fyri sítt land, har hann skoraði 53 mál. Hann spældi í trimum EM-endaspølum og trimum HM-endaspølum. Wayne Rooney leikti sín seinasta dyst móti Skotlandi í nevember 2016, og kunngjørdi at hann gavst í august í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder