Fótbóltur

Rooney takkaði fyri seg

33-ára gamli metmálskjúttin hjá Onglandi spældi seinasta stóra hálva tíman í 3-0 sigrinum á USA í gjárkvøldið.

Wayne Rooney kemur inn til sín seinasta landsdyst fyri fyrrverandi liðfelagin í Manchester United og málskjúttan til 1-0, Jesse Lingard
(Mynd: EPA)

Wayne Rooney kemur inn til sín seinasta landsdyst fyri fyrrverandi liðfelagin í Manchester United og málskjúttan til 1-0, Jesse Lingard (Mynd: EPA)

2018-11-16 11:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland vann í gjár trygt á USA í venjingardysti. Fyriuttan at Callum Wilson úr Bournemouth skoraði í sínari debut á landsliðnum, og at Trent Alexander-Arnold fekk sítt fyrsta mál í landsliðstroyggjuni, so var heilt stóra søgan tann, at Wayne Rooney spældi á seinasta sinni fyri Ongland.

Fyrrverandi áleyparin hjá United og Everton hevur ikki spælt á landsliðnum seinastu tvey árini, men í gjár fekk hann sín landsdyst nummar 120.

Wayne Rooney varð skiftur inn í 57.minutti og fekk liðskiparabandið um armin. Wilson skoraði til 3-0 í 77.minutti. Ongland kom á odda 2-0 við tveimum skjótum málum miðskeiðis í 1. hálvleiki.

Inntøkurnar frá dystinum fóru til "Wayne Rooney Foundation", og mest skorandi enski landsliðsleikarin nakrantíð fekk møguleikan at siga farvæl á Wembley. Núverandi DC United-leikarin hevur eisini spælt flest enskar landsdystir av útileikarunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder