2018-11-12 08:37
Við 1-0 sigri á Start í gjár gjørdist greitt, at Rosenborg eru norskir meistarar. Hetta er fjórða árið á rað, at Rosenberg eru ovast, tá kappingarárið eru liðugt.
Samuel Adegbenro skoraði einsamalla málið hjá Rosenborg í dystinum móti Start.
Við meistaraheitinum í ár hevur Rosenborg nú vunnið bestu norsku deildina 26 ferðir.
Ein dystur er eftir av kappingarárinum, og við sínum 63 stigum kann eingin innheinta Rosenborg. Molde er á øðrum plássi við 56 stigum, meðan Brann hevur 55 stig á triðja plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald