Annað

Rúm fyri øllum rossasløgum

Brim er eitt av teimum mongu rossunum, sum eru í Havnardali, men hon er ikki líka sum tey flestu rossini í Havnardali.

2018-11-25 21:09 Author image
Sverri Egholm

Føroya Ríðingarfelag: Fitta ryssan á myndini eitur Brim. Hon kemur av Signabøgarði og verður tískil nevnd Brim av Signabøgarði.

Brim er eitt av teimum mongu rossunum, sum eru í Havnardali, men hon er ikki líka sum tey flestu rossini í Havnardali. Brim er føroysk ryssa, og partur av hótta stovninum, sum nakrar eldsálir lukkutíð hava sett sær sum mál at bjarga.

Føroya Ríðingarfelag hevur sera gott samstarv við Felagið Føroysk Ross, felagið er t.d. hvørt ár partur av stóra tiltakinum Djóradagar, ið Føroya Ríðingarfelag skipar fyri. Eisini hava feløgini onnur felags áhugamál, soleiðis at limirnir ofta ganga aftur í báðum feløgunum.

Tað hevur eisini verið meira regulin enn undantakið, at limir í Felagnum Føroyskt Ross, hava havt teirra føroysku ross í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.

Føroya Ríðingarfelag fer í næstum at stykkja økið út til nýggj fjós, so tá fær Brim vónandi fleiri av sínum slagið at hugna sær við í Havnardali.