Spanski Carlos Alcaraz, sum liggur nummar eitt á styrkilistanum, verður mótstøðumaður, tá danski Holger Rune mikudagin skal royna at vinna sær pláss í hálvfinaluni Wimbledon.
Holger Rune vann 3-1 á bulgarska Grigor Dimitrov (Mynd: EPA)
20 ára gamla tennisstjørnuskotið úr Danmark hevur klárað seg væl seinastu tíðina, og hann vann í gjárkvøldið 3-1 í settum móti Grigor Dimitrov úr Bulgaria. Tað var Dimitrov, sum byrjaði betur og vann fyrsta sett 6-3, men eftir javnbrótara í øðrum og triðja setti dróg Holger Rune longra stráðið.
Í fjórða setti var Rune væl spælandi og vann 6-3.
Rune 3-1 Dimitrov
1. sett: 3-6
2. sett: 7-6 (8-6)
3. sett: 7-6 (7-4)
4. sett: 6-3
Hetta er fyrstu ferð, at tveir harrar undir 21 ár hittast í einari fjórðingsfinalu í Wimbledon.
Venjarin hjá Holger Rune til vinstru her saman við Fríðriki krúnprinsi (Mynd: EPA)
Carlos Alcaraz, sum av mongum verður mettur at vera favorittur at vinna Wimbledon í ár, er eins og Holger Rune, einans 20 ára gamal. Dysturin verður leiktur mikudagin, men júst nær er ikki ásett enn.
Carlos Alcaraz (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald