Fótbóltur

Rúni Herup Olsen takkar fyri seg

Formansskifti verður í B36.

Rúni Herup Olsen hevur verið formaður í B36 í trý ár
(Mynd: b36.fo)

Rúni Herup Olsen hevur verið formaður í B36 í trý ár (Mynd: b36.fo)

2018-12-04 22:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir trý ár sum formaður í B36 hevur Rúni Herup Olsen tikið avgerð um, at hann takkar fyri seg í hesum umfarinum. Ein avgerð, sum nevndin tikið til eftirtektar.

Hetta skrivar heimasíðan hjá B36 í kvøld.

Rúni kom í nevndina í árstalsfelagnum fyri fimm árum síðani og heimasíða felagsins skrivar, at Rúni hevur røkt formanssessin við nærlagni og hegni, og hann hevur verið nógv avhildin av øllum kring B36.

B36 boðar frá, at tað verður ein fyrrverandi formaður í felagnum, sum tekur við fram til aðalfundin, sum verður tíðliga í 2019. Talan er um Sámal Ímundarson, sum fer at røkja formanssessin. Sámal var undan hesum næstformaður í nevndini og formaður felagsins frá 2011 til 2013. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder