
Við 29 málum gjørdist Mohammed Salah toppskjútti í Premier League fyri kappingarárið í 2024/2025.
Við teimum málunum, umframt 18 uppleggum og við at vera ein støðug hóttan fyri mótstøðuliðini, var 33-ára gamli eygyptin ein høvuðsorsøk til meistaraheitið hjá Liverpool - nummar tvey í Premier League-tíðini og nummar 20 samanlagt. Salah gjørdist eisini sum væntað PFA Player of The Year.
Heiðurin varð handaður í gjár. Hetta var ein søguligur heiður, tí Mohammed Salah er tann fyrsti, sum hevur vunnið tríggjar ferðir. Vongurin vann eisini í 2018 og 2022.
Tær tríggjar ferðirnar at Liverpool-spælarin hevur vunnið flotta heiðurin (Mynd: Premier League)
Síðani heiðurin varð latin fyrstu ferð í 1974, hava Mark Hughes, Alan Shearer, Thierry Henry, Cristiano Ronaldo, Gareth Bale og Kevin De Bruyne tvær ferðir.
Alexis Mac Allister, Bruno Fernandes, Alexander Isak, Cole Palmer og Declan Rice vóru eisini tilnevndir.
Aston Villa-miðvallarin Morgan Rogers gjørdist ársins ungi spælari í Premier League. Ársins lið sæst niðanfyri:
Mohammed Salah og Liverpool byrjaðu sína verju av meistaraheitinum við 4-2 sigri í undirhaldandi dysti móti Borunemouth fríggjakvøldið - egyptin skoraði sjálvur eitt mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald