
Premier League 2025/2026 byrjaði við einum braki, tá Bournemouth vitjaði meistararnar á Anfield í kvøld.
Undan dystinum, undir honum og eftir seinasta bríksl varð Diogo Jota heiðraður við ymiskum. "You'll Never Walk Alone" rungaði eyka væl, og tøgn var í ein minutt og klakkað varð eftir 20 minuttir - Jota spældi við nummar 20. Hetta fyri at minnast fyrrverandi Liverpool-spælaran og beiggja hansara, sum doyðu í ferðsluvanlukku 3. juli.
Bannarar, sangir/róp, klapp og tøgn: Anfield gjørdi sítt til at heiðra Diogo Jota - og beiggja hansara -, sum á syrgiligan doyði, beint áðrenn hann skuldi møta til venjing hjá Liverpool (Mynd: EPA)
Nýggi og dýri áleyparin sló til - Bournemouth svaraði aftur
Í 1. hálvleiki var Liverpool tað betri, og í 37. minutti skoraði Hugo Ekitike, eins og hann gjørdi í Community Shield í síðstu viku. Nýggi og dýrtkeypti áleyparin slapp heldur heppið ígjøgnum Bournemouth-verjuna men var ísakaldur í brotsteignum.
Eftir steðgin legði Liverpool út sum eitt ólógi, og í 49. minutti legði Ekitike av til Cody Gakpo, sum eftir tvey trekk setti bóltin í netið.
Bournemouth fall tó ikki í fátt og legði trýst á heimaliðið. Liverpool vísti eisini veikleikar í verjuspælinum, og vandamiklasti maður hjá Bournemouth sló tvær ferðir til. Talan var um tvey flott mál hjá Antoine Semenyo - serliga tað seinna tá skjóti vongurin rann nærum 70 metrar við bóltinum, áðrenn hann javnaði.
Dysturin varð steðgaður eina løtu í 1. hálvleiki, tá júst Semenyo gjørdi vart við, at ein Liverpool-áskoðari kom við rasistiskum viðmerkingum, tá hann skuldi taka eitt innkast. Dómarin kunnaði allar partar, og sambært millum annað Sky Sports varð áskoðarin burturvístur av Anfield. Málið skal nú kannast gjølla.
Semenyo hevði eitt sermerkt kvøld á Anfield (Mynd: EPA)
Chiesea og Salah tryggjaðu meistarunum sigurin
Eina løtu sá tað út til, at Liverpool skuldi byrja kappingarárið við einum vónbroti. Arne Slot hevði tó Federico Chiesa at seta inn, og tá bólturin endaði hjá italiumanninum í brotsteignum, var hann púra tryggur.
Chiesa hevði eisini okkurt týðandi mál síðsta kappingarár - og Mohammed Salah skoraði nógv samanlagt. Í yvirtíðini staðfesti Salah sigurin við máli til 4-2, og Anfield var aftur á gosi.
Chiesa, Gapko, Salah og hinir fegnast saman við fjøldini og takka...
Og tað gjørdu Arne Slot, Hugo Ekiteke og Virgil Van Dijk eisini eftir dystin (Myndir: EPA)
Tað var ikki uttan trupulleikar, men Liverpool byrjar árið, har liðið endaði og var fyri tað mesta í fjør: Á 1. plássi. Liðið hjá Slot má eisini metast at vera favorittur í ár - serliga um teir fáa eitt ella tvey stór nøvn inn afturat, sum ætlanin tykist vera.
Hinir níggju dystirnir í umfarinum verða spældir leygardag (teir flestu), sunnudag (millum annað Manchester United - Arsenal) og ein mánadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald