
Tríggir dystir í 12. umfari í fremstu mansdeildini eru spældir í dag. Tann seinasti er í gongd í Klaksvík nú.
Fylg við í KÍ - NSÍ (2-1) ovast á Portalinum
Fyrsti dysturin mundi enda við lítlum skelki. FC Suðuroy gjørdi bart í 1. hálvleiki móti B36 og skoraði tvær ferðir. Tað sá út til, at B36 aftur fór at snáva móti einum av lægri liðunum, men í 75. minutti minkaði Pætur Petersen, og so kom lív í B36. Tað endaði við, at liðið hjá Jákup Martin Joensen lyfti seg upp á 4. plássi. Marius Kryger Lindh og Mattias Hellisdal vóru ógvuliga eyðsýndir seinastu og avgerandi løtuna, og í yvirtíðini rak Mattias til baklinjuna og legði útfrá til Marius: 3-2 og so var túrurin norður ikki so galin.
Ein smeitur fyri FC Suðuroy men har kann man troysta seg við, at bæði TB og 07 Vestur taptu. B68 avgjørdi alt eftir steðgin móti TB. Tað endaði 4-1 á Svangaskarði, og B68 hevur nú størri fjarstøðu til botnin.
Í einum lítið lívligum dysti á Eiði kom Kristian Svabo Eliasen seint inn og var lívligur. Hann smekkaði bóltin framvið Ara í Haraldsstovu Petersen og avgjørdi harvið dystin - nakrar minuttir seinni fekk klaksvíkingurin beinleiðis reytt kort. EB/Streymur hevur nú 17 stig og bjóðar framvegis av um 4. plássið.
Betrideildin 12. umfar
Leygardagin 31. mai
FC Suðuroy - B36 2-3 (2-0)
11' Olaf Godtfred 1-0
26' Salmundur Bech 2-0
75' Pætur Petersen 2-1
80' Mattias Weihe Joensen 2-2
90' Marius Kryger Lindh 2-3
Sí meira um dystin her
EB/Streymur - 07 Vestur 1-0 (0-0)
85' Kristian Svabo Eliasen 1-0
Sí meira um dystin her
B68 - TB 4-1 (1-1)
32' Jóhan Josephsen 1-0
37' Samudeen Musah 1-1
64' Djóni Samuelsen 2-1
70' Martin Klein 3-1
90' Jákup Norðoy Vilhelmsen 4-1
19.00: KÍ - NSÍ (2-1)
Hósdagin 29. mai
HB - Víkingur 2-1 (1-0)
44' Jonas Enkerud 1-0
60' Jonas Enkerud 2-0
71' Jákup Johansen 2-1
Sí myndir frá dystinum HER
Sí eisini: HB-tokið koyrir víðari
Stigatalvan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald