
- Vit hava eitt ógvuliga ungt lið, og tað merkir milllum annað, at eg skal taka stóra ábyrgd og so at siga vera ein av teimum berandi spælarunum. Tað síggi eg sum nakað jaligt, tí so er góður møguleiki at menna seg nógv.
Soleiðis segði Samuel Johansen Chukwudi við Portalin fyri stuttum. Evnaríki ungi miðverjin roynir seg nú í finskum fótbólti, og har hevur hann verið við at vunnið 1-0 og spælt 90 minuttir í báðum sínum fyrstu kappingardystum.
Sí eisini: Meti at Finnland gevur góðar møguleikar
Í gjár var tað á heimavølli móti størsta finska felagnum, HJK Helsinki. Gestirnir fingu reytt kort eftir 42 minuttir, tá tað framvegis var 0-0, og hetta gagnnýtti SJK við at skora eftir ein tíma. Síðani vardu Samuel og hinir fyri, har føroyski spælarin í finskum fótbólti inn nakrar ferðir var fyri.
Sí hæddarpunkt omanfyri
Hetta var 2. umfar í fremstu finsku deildini, og eisini í 1. umfari vann SJK 1-0. Harvið hevur 21-ára gamli føroyski miðverjin nú verið við at hildið málið reint tvær ferðir í bestu finsku deildini: Tveir dystir, samanlagt 2-0, seks stig - SJK og Samuel Chukwudi við heilt frammi í oddinum.
Næsta uppgáva er á Álandi, í Mariehamn, um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald