
- Gerandisdagurin í Finnlandi er nógv øðrvísi, enn hann var í Havn. Nú er tað fulltíðar fótbóltur. Vit venja vanliga klokkan tíggju. Har eru nógv fleiri venjarar enn í HB, og teir hugsa um øll møgulig ting - millum annað tað analytiska. Tað var professionelt í HB, men hetta er í øllum førum eitt stig upp í mun til tað.
Soleiðis greiðir Samuel Johansen Chukwudi frá, tá vit spyrja hann, hvussu hansara gerandisdagur í Finnlandi sær út.
SJK Seinajoki í fremstu finsku deildini keypti evnaríkan miðverjan frá HB í vetur. Áhugi var aðrastaðni frá, men júst SJK vísti ógvuliga stóran áhuga. Hetta varð avgerandi fyri avgerðina hjá 21-ára gamla havnarmanninum, sum eisini nevnir leikhátt og málsetning.
- Eg hevði tosað við ymisk feløg. Men eg haldi, at SJK – bæði venjari og ítróttarstjóri – vístu ein øðiligan áhuga frá byrjan. Teir vildu ógvuliga gjarna hava meg. So er tað eisini tað, at felagið miðjar eftir at vera heilt frammi í Finnland og er við í Conference League í ár. Eitt afturat er leikhátturin. SJK spælir ágangandi, vil hava bóltin, og vil trýsta høgt: Tað dámar mær væl.
Samuel Johansen Chukwudi varð seldur úr barndómsfelagnum í vetur (Mynd: Sverri Egholm)
Við Portalin sigur Samuel Chukwudi, at hetta skifti tyktist sum eitt passaligt fet víðari í verandi støðu.
- Eg vil mennast víðari og eisini einaferð fara víðari. Eg metti, at møguleikin at fara uppaftur eitt stig hægri aftur er størri, um man er í Finnalndi enn í Føroyum. Fyrst er tað at gera tað væl í mínum nýggja felagi.
Finska kappingin er í løtuni styrkismett nøkur pláss hægri enn Betrideildini útfrá evropeiskum úrslitum seinastu fimm árini.
Samuel skal taka ábyrgd - vil sleppa undan KÍ
Men hvat er stigið í finskum fótbólti, og hvussu verður leikluturin hjá føroyingurin í SJK, spyrja vit Samuel?
- Tað er sjálvandi eitt sindur torført at meta um stigið á kappingini her enn. Tað er sjálvandi ikki eins gott sum í Danmark, Svøríki Noreg, men tað burdi verið gott. Vit hava eitt ógvuliga ungt lið, og tað merkir milllum annað, at eg skal taka stóra ábyrgd og so at siga vera ein av teimum berandi spælarunum. Tað síggi eg sum nakað jaligt, tí so er góður møguleiki at menna seg nógv.
Samuel staðfestir, at SJK fer eftir at enda í topp-fýra í minsta lagi, og at hetta hevur hann góðar vónir um. 1. umfar var leygardagin, og tað eydnaðist føroyingafelagnum í Finnlandi at vinna 1-0 á útivølli. Í morgin er dystur móti størsta felagnum HJK Helsinki.
Sí eisini: Samuel vann og helt málið reint í fyrsta kappingardystinum í Finnlandi (Video)
SJK endaði nummar fýra í fjør, og tað hevur evropeiskan fótbólt við sær. Tað er longu greitt, at SJK og KÍ kunnu hittast í summar, men havnarmaðurin vil helst sleppa undan at fara til Klaksvíkar ein túr.
- Vit kunnu møta KÍ í Conference League. Nú veit man, hvussu væl teir duga at spæla hesar evropeisku dystirnar, so tað er líka við, at man vil sleppa undan at spæla móti teimum.
Størsta finska felagið HJK knógvaði KÍ í evstu løtu í Conference League play-off umfarinum í fjør. Har var KÍ í undirtali umleið helmingin av tíðini.
- Vil hava so nógvar landsdystir sum gjørligt
Portalurin gjørdi hetta prátið við Samuel Johansen Chukwudi í sambandi við landsliðsferðina herfyri. Miðverjin spældi ikki ein minutt í Montenegro ella Kekkia, men 21-ára gamli havnarmðurin staðfestir, samstundis sum hann virðir kappingarneytarnar, at hetta skal broytast.
- Sjálvandi vil eg spæla hvørja ferð. Men tað eru nógvir góðir miðverjir, og teir tríggir sum spældu nú (Gunnar Vathamar, Andrias Edmundsson og Odmar Færø, red.) eru ógvuliga sterkir, so tað er hørð kapping um plássini. Eg fari at gera alt fyri at spæla so nógvar dystir sum gjørligt í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald