Fótbóltur

Samuel til 2023

Hetta merkir tó ikki, at tað er heilt víst, at 17-ára gamla verjutalentið hjá HB verður verandi í Føroyum komandi trý árini.

Samuel Johansen Chukwudi hevur í ár veruliga gjørt um seg á hægsta støði í Føroyum hóast unga aldurin (Mynd: Sverri Egholm)

Samuel Johansen Chukwudi hevur í ár veruliga gjørt um seg á hægsta støði í Føroyum hóast unga aldurin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-06 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur í kvøld, stutt áðrenn fyrsta bríksl í Sarpugerði har oddaliðið vitjar í kvøld, kunngjørt, at enn ein leikari hevur longt við felagið.

Talan er um 17-ára gamla Samuel Johansen Chukwudi:

- Hann hevur tikið øll á bóli, síðani hann trein á vøllin fyri fyrstu ferð. Og tað sær út til at hann fer at halda fram við at imponera, tí hann hevur undirskrivað nýggjan langtíðarsáttmála við HB. Hóast sín unga aldur hevur hann spælt sum ein vaksin maður og hevur haft mangan navnframa áleypara í reyvalummanum. Evnini hava altíð verið eyðsýnd, men at hann skuldi hava ein so stóran leiklut á besta liðnum, hóast hann enn hevur aldur til U17, er nakað sum hevur tikið nógv á bóli. Men hann hevur tikið av møguleikanum, og tí er tað natúrligt, at hann nú fær ein langtíðarsáttmála.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá HB um unga mannin, sum fekk sínari fyrstu minuttir seint í 2019 og sum byrjaði inni fyri fyrstu ferð í ár 3-0 sigrinum á Skála í Gundadali móti KÍ 17. juni. Síðani hevur Samuel fylt 17 og hevur spælt teir allarflestu minuttirnar - samanlagt hevur høgi og dugnaligi unglingin spælt 18 dystir fyri besta liðið hjá HB:

– Venjararnir hava víst mær stórt álit, síðani eg gjørdist partur av Betri-hópinum. Umhvørvið er professionelt, og við Berthel, Kevin og Sebastian á odda verður hond tikin um at menna hvønn einstakan leikara, sigur Samuel við hb.fo, beint sum hann hevur undirskrivað sáttmálan. - Harafturat eri eg uppvaksin her, og sjálvandi trívist eg væl, leggur hann afturat.

[object Object](Samuel Chukwudi - Mynd: Sverri Egholm)


Eftir sigurin á NSÍ sunnudagin segði Samuel Chukwudi við Portalin, at málið nú var at vinna FM við HB og fáa so nógva spælitíð sum gjørligt. Langtíðarmálið er tó at gerast yrkisfóltbóltsleikari uttanlanda. Heimasíðan hjá HB skrivar eisini, at nýggi sáttmálin ikki merkir, at  Samuel verður verandi í Føroyum øll árini. Venjarin, Jens Berthel Askou metir eisini, at miðverjin kann spæla á hægri støði enn í Føroyum.

– Sáttmálin við Samuel gevur bæði okkum og honum frið til at hugsavna okkum um at menna hann. Hansara avrik í ár hava verið framúr, og tá vit hugsa um at hann bert er 17-ára gamal, sigur tað okkum somikið, at her er talan um eitt tað størsta verjutalentið í Føroyum í nógv ár. Enn er nógv at arbeiða við áðrenn Samuel er til reiðar at fara víðari út í heim, men hann hevur øll amboðini við sær, sum skulu til fyri at hann kann náa sínar dreymar, sigur Berthel.

– At Samuel hevur undirskrivað ein langan sáttmála, vísur at hann hevur álit á at hetta er rætta staðið fyri hann at menna seg. Okkara fremsta uppgáva er nú at hjálpa honum at leggja fleiri løg á sítt spæl, soleiðis at hann gerst klárur til nýggjar og størri avbjóðingar.

Les eisini: HB hevur fingið fleiri sáttmálar í hús

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder