Fótbóltur

HB hevur fingið fleiri sáttmálar í hús

Heri Hjalt Mohr, Dan í Soylu og Pætur Petersen, ið samanlagt hava 300 dystir í Betrideildini, hava allir skrivað undir. Talan er um avtalur, ið eru galdandi til og við kappingarárið 2022.

Heri Hjalt Mohr hevur havt eitt frálíkt kappingarár við barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Heri Hjalt Mohr hevur havt eitt frálíkt kappingarár við barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-06 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í HB er pennurin heitur í løtuni. Felagið boðaði týskvøldið frá, at sáttmálin við Daniel Johansen var longur til endan av 2022.

Síðani eru tríggir sáttmálir afturat komnir í hús. Talan er um leikarar, ið tilsamans hava leikt 40 dystir í Betrideildini í ár og 300 dystir seinastu árini. Teir eru ávíkavist 24, 23 og 22 ára gamlir og hava allir gjørt stóran mun hjá oddaliðnum í ár.

Dan í Soylu og Pætur Petersen eru báðir av Sandoynni og spældu við B71 síni fyrstu fótbóltsár. Teir gjørdu um seg í øðrum feløgum áðrenn teir komu til Betri-hópin hjá HB í ávíkavist 2018 og 2019. Dan spældi eitt gott kappingarár á Argjum, síðani eitt í EB/Streymi, og miðvallarin av Sandi hevur við sínum orkuríka og ágangandi stíli, saman við hegni og tekniskari góðsku, verið umráðandi fyri HB-liðið í tvey og eitt hálvt ár. Pætur kom til EB/Streym frá B36 á sumri 2017 (í fyrstu syftu varð hann leigaður), meðan Dan var í felagnum. Eftir eitt og eitt hálvt ár í felagnum kom skálvíkingurin aftur til høvuðsstaðin at spæla - hesaferð fyri HB. Pætur hevur nakrar líknandi dygdir sum Dan men er meira avbjóðandi og álopskendur.  

[object Object]Dan í Soylu fegnast her saman við Pæturi Petersen, eftir at skálvíkingurin skoraði í grannauppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

Heri Hjalt Mohr er uppvaksin í HB men breyt ígjøgnum á Argjum í fjør. Í ár hevur Heri spælt frálíka væl, fyri tað mesta sum høgri bakkur men eisini sum vinstri miðverji í einari trý-mans verju. Hann er ikki høgur, men er sera væl fyri kropsliga og kviki havnarmaðurin hevur gjørt lívið torført fyri nógvar mótstøðuleikarar við sínum ágangandi spæli. Nú hevur hann sett sína undirskrift á ein nýggjan sáttmála. 

Sáttmálarnir við Hera, Dan og Pætur eru allir galdandi til og við 2022. Í kvøld klokkan 19.00 spælir HB í Sarpugerði móti Vìkingi, og tá verða hesir tríggir allarhelst at síggja á vøllinum.

Les meira um hvat leikararnir og Jens Berthel Askou, venjari, siga um sáttmálarnar við heimasíðuna hjá HB:

Heri Hjalt Mohr
Pætur Petersen
Dan í Soylu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder