Avtala er gjørd millum toppliðið í fremstu belgisku deildini, Royal Union Saint-Gilloise, og HB um Samuel Johansen Chukwudi. Hesum boðar HB frá á heimasíðuni í kvøld.
Belgiska felagið hevur leingi víst áhuga í Samuel, men ein skaði hevur forðað honum í at fara avstað. Nú er avtala gjørd, um at Samuel fær viðgerð og endurvenjing í Belgia. Og um alt gongur sum tað skal, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.
At uttanlandsævintýrið hjá Samuel byrjar í Belgia, og Union St. Gilloise, kemur kanska óvart á tey flestu. Men felagið hevur leingi havt eyguni við honum.
– At júst hetta felagið setti seg í samband við HB og meg, kom eitt sindur óvart á. Teir hyggja nógv eftir hagtølum, og tað var soleiðis at teir fyrst gjørdust varugir við meg. At enda stóð tað millum meg og fimm aðrar miðverjar, og tað endaði so við, at teir valdu meg, sigur Samuel Chukwudi við heimasíðuna hjá HB.
Hóast Samuel bert er 18-ára gamal, er ætlanin at hann skal gerast fastur partur av besta liðið felagsins. Fyrsta tíðin skal brúkast til skaðaviðgerð, endurvenjing og at venja seg við umstøðurnar. Og um alt hetta lagar seg, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.
Á heimasíðuni hjá HB ber til at lesa longri grein um avtaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald