Fótbóltur

San Marino fekk sítt fyrsta stig síðani 2014

Lítla landið megnaði eisini fyri fyrstu ferð nakrantíð at halda málið reint í einum útidysti. Hetta var fyrsta stigið á útivølli í 19 ár og tann fjórði javnleikurin í søguni.

2020-10-14 19:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1995 vunnu Føroyar 3-0 á heimavølli og 3-1 á útivølli móti San Marino - lítla landinum sum í roynd og veru liggur inni í Italia. Í dystinum í San Marino skoraði Todi Jónsson hattrikk, sum higartil tann einasti føroyingurin í einum undankappingardysti hjá A-landsliðnum hjá monnum. Í gjár var nær við at Klæmint Andrasson Olsen, sum skoraði bæði málini í heimasigrinum á Andorra í Nations League, fekk trý mál.

Sí eisini: Klæmint: Nú kann dótturin bara koma

Tað búgva færri enn 35.000 fólk í San Marino, og landsliiðið í fótbólti hevur ongantíð verið nakað av reypa av. Í gjár fekk liðið tó eitt sera gott úrslit. Í dystinum í Deild D, bólki 2 spældu San Marino og Liktinstein málleysan janvnleik, og hóast Liktinstein hevði bóltin nakað meira, so var tað San Marino, ið hevði greitt fleiri málmøguleikar.

Hetta var fyrsta stigið hjá landinum í seks ár. Í november 2014 eydnaðist at spæla málleysan javnleik á heimavølli móti Estlandi. Samanlagt hevur San Marino, sum spældi sín fyrsta altjóða góðkenda dyst í 1990, fýra javnleikir, 162 tap og ein sigur í 167 dystum. Sigurin kom í hús ímóti júst Liktinstein. Tað var í einum venjingardysti á heimavølli í 2004 - tvey ár seinni tapti San Marino 13-0 fyri Týsklandi á sama leikvølli.

Dysturin í gjár varð leiktur á útivølli, og tað var fyrstu ferð síðani 2001, tá San Marino fekk 1-1 javnleik í Litava í HM-undankappingardysti, at liðið hevur fingið eitt stig á útivølli. Hetta var eisini fyrstu ferð nakrantíð, at San Marino ikki hevur latið mál inn á útivølli í kappingardysti.

San Marino tapti tveir teir fyrstu dystirnar í bólkinum 2-0, á heimavølli móti Liktinstein, og 1-0, á Gibraltar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder