Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár.
Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil.
Støðan í toppinum í 1. deild eftir tvey umfør:
1. Sandavágur 7 stig
2. Klaksvík 6
3. Havnin 5
Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tvey lið í 1. deild. Sætta liðið í deildini er Kollafjarðar Talvfelag.
Sandavágs Talvfelag hevur somu manning sum í fjør. Høgni Egilstoft Nielsen situr á 1. borði í ár. Stóribeiggin, Rógvi, hevur víkt sætið og hevur sett seg á 2. borð. Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen eru á aftaru borðunum.
Á liðnum hjá Klaksvík 1 hava Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Janus Skaale telvað fyrstu tveir dystirnar.
Meistarar í dvala
FM-manningin seinastu tvey árini hjá Havnar Telvingarfelag er byrjað eitt sindur trilvandi. Hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - OL-toppskjúttin í september - hava verið við. Sum skilst ætlar Martin Poulsen ikki at telva í vetur.
Sunnudagin vóru OL-telvararnir Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen heldur ikki við. Á liðnum telvaðu í staðin Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen, Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen.
Í 2. deild, har seks lið kappast, hevur Havnar Telvingarfelag lagt seg á odda, og í 3. deild, sum hevur tíggju lið, hava norðstreymoyingar fingið bestu byrjanina. Á odda eru Kollafjørður og EB/Streymur, sum er nýtt lið.
Dystirnir í 3. umfari verða sunnudagin 25. november. Í 1. deild verður telvað soleiðis: Klaksvík-Sandavágur, Havnin-Kollafjørður og Havnin 2-Klaksvík 2.
Tíggju umfør eru í landskappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald