Juventus váttaði leygardagin, at felagið hevur givið venjaranum Maurizio Sarri sekkin.
Italska stórfelagið var fríggjakvøldið sligið út úr Champions League av franska Lyon, og tað kostar nú starvið hjá Sarri, ið bert hevur verið venjari hjá Juventus í eitt ár.
61 ára gamli Sarri førdi Juventus til níggjunda meistaraheitið á rað hjá felagnum, men stóra vónbrotið í Champions Leageu gjørdist dýrt fyri venjaran.
Les eisini: Meistaraliðini úr Spania og Italia eru úti
Fáar tímar eftir at Sarri var uppsagdur gjørdist greitt, at Andrea Pirlo tekur yvir sum venjari í felagnum. Tað boðar Juventus frá á heimasíðu felagsins.
Fyrrverandi stýrimaðurin á miðvøllinum hjá Juventus var annars settur sum U23 venjari hjá felagnum fyri stuttari tíð síðan. Nú er hann so fluttur upp sum venjari hjá fyrsta liðinum.
41 ára gamli Pirlo fær ein tvey ára sáttmala við Juventus.
Andrea Pirlo verður nýggjur Juventus venjari.(Mynd:EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald