Hondbóltur

Savehof hevur nú stóran fyrimun í fjórðingsfinaluni

Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún skutu samanlagt sjey mál í níggju-máls sigrinum í Karlskrona. Harvið kunnu svensku meistararnir spæla seg í hálvfinalurnar hóskvøldið.

Ísak Vedelsbøl stóð seg heilt væl fyri Føroyar fyrr í mánaðinum - nú nærkast 20-ára gamli strikuspælarin einari hálvfinalu í Svøríki á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl stóð seg heilt væl fyri Føroyar fyrr í mánaðinum - nú nærkast 20-ára gamli strikuspælarin einari hálvfinalu í Svøríki á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-31 22:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 37-28 til IK Sävehof í triðju SM-fjórðingsfinaluni móti Karlskrona í kvøld. 

Meistararnir í fjør vóru omaná so at siga allan vegin. Í steðginum stóð 13-17 á máltalvuni, og í 2. hálvleiki meira enn tvífaldaðist munurin.

Føroyingarnir gjørdu sítt. Ísak Vedelsbøl skoraði uppá bæði síni skot, og ungi strikuspælarin stóð seg væl í verjuni.

Óli Mittún var aftur millum týðandi álopsspælararnar hjá Sävehof. Toppskjúttin í svenskum hondbólti skoraði fimm ferðir, og legði 19-ára gamli hoyvíkingurin eisini upp til fimm mál.

[object Object]
Óli Mittún hevur verið flúgvandi til tíðir í hesum kappingarárinum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Sigurin í kvøld merkir, at tað er 2-1 til føroyingafelagið í dystum. Sävehof hevur harvið møguleikan at avgerða røðina og spæla seg í hálvfinaluna hóskvøldið á heimavølli. Ein góður fyrimunur men higartil hevur tað víst seg, at liðini bert hava vunnið á útivølli í røðini.

Vinnur Karlskrona í Partille hóskvøldið, so skal ein fimta og avgerandi fjórðingsfinala millum liðini spælast mánakvøldið um eina viku.

Sí eisini: Kappingarárið hjá Róa og teimum er av 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder