
Seinastu dagarnar hevur svenska endaspælið hjá monnum koyrt, og bæði feløgini við føroyskum spælarum hava verið íblandaði.
Hallby kom inn í endaspælið sum nummar 8 í grundspælinum og skuldi harvið møta vinnaranum har. Tað varð ikki roknað við, at Rói Ellefsen á Skipagøtu og teir fóru at gera nakað serligt við Ystads, og soleiðis varð ikki.
Tað er fyrst upp í trý í fjórðingsfinalurøðini í Svøríki. Ystads vann fyrst á heimavølli við tíggju málum, við fimm málum í Jönkoping hóskvøldið og í gjárkvøldið, sunnudagin, endaði tað aftur við muni á tíggju mál í Ystad.
Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál í gjár. Samanlagt stóð 21-ára gamli føroyski spælskiparin seg væl í dystunum móti besta liðnum í Svøríki í løtuni. Hann skoraði samanlagt 15 mál í teimum trimum fjórðingsfinalunum og átti eisini fleiri upplegg.
Rói Ellefsen á Skipagøtu - her undir HM-endaspælinum fyri U21 lið har hann eisini spældi fleiri góðar dystir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hjá Sävehof verður talan um í minsta lagi fýra finalur. Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl vann fyrstu finaluna á útivølli, har Óli var í hopla og skoraði tíggju ferðir. Í heimadystinum hóskvøldið gekst tó ikki væl: Ístaðin fyri seks-máls sigur, tapti Sävehof við seks málum.
Í kvøld spæla liðini aftur í Karlskrona. Vinnarin har fær stóran fyrimun: Ein "dystarbólt" undan fjórðu fjórðingsfinaluni, sum verður í Partille hósdagin 3. apríl. Tað kann harvið merkja nógv fyri føroysku landsliðsspælararnar at vinna í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.
Teir hjá Karlskrona fara at ansa væl eftir Óla Mittún, sum nú spælir sínar seinastu dystir í svenskum hondbólti (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald