Fótbóltur

Sebastian Pingel heldur fram í B36

27-ára gamli danski áleyparin hevur verið í Føroyum seinastu fimm árini og var toppskjútti hjá B36 í øllum kappingum í ár við 17 málum.

Sebastian Pingel hevur eisini spælt við HB. Komandi kappingarár fer hann undir sítt triðja ár samanlagt hjá B36, og áleyparin verður ein lyklaleikari (Mynd: Sverri Egholm)

Sebastian Pingel hevur eisini spælt við HB. Komandi kappingarár fer hann undir sítt triðja ár samanlagt hjá B36, og áleyparin verður ein lyklaleikari (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-21 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur mist Árna Frederiksberg og Michal Przybylski til ávíkavist KÍ og HB í vetur. Meinhard Olsen fór til Svøríkis í summar, og tað tykist heilt greitt, at Sonni Ragnar Nattestad ikki haldur fram. Umframt hetta eru ivamál um og Stefan Radosavljevic og aðrar leikarar, sum í ár og seinastu árini hava verið í hópinum.

Tí eru tað sera góð tíðindi fyri B36-fjepparar at fáa nú undan jólum, at 27-ára gamli toppskjúttin frá 2020 heldur fram. Sebastian Pingel kom til felagið í 2016, var síðani í HB í trý ár, áðrenn orkuríki og ágangandi áleyparin kom aftur til B36. Danin skoraði 13 mál í Betrideildini í ár og skoraði trý mál í fýra evropeiskum dystum - tvey góð og ógvuliga týdningarmikil mál við høvdinum í sigrinum á Levadia Talinn á Tòrsvølli men eisini eitt sera gott mál í Sofia móti bulgarska stórfelagnum CSKA Sofia.

Sebastian Pingel hevur góð tøl í júst evropeiskum dystum - tíggju mál í fýra dystum - og hevur samanlagt spælt 113 dystir og skorað 45 mál fyri føroysk feløg í øllum kappingum.

Sáttmálin, sum partarnir nú hava skrivað undir uppá, er galdandi fyri 2021.

Les eisini:
Bárður Olsen heldur ikki fram í EB/Streymi - helst til B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder