Tveir dystir i Betrideildini verða leiktir í kvøld. Upprunaliga vóru tríggir á skránni, men Skála-B36 er útsettur, tí ein í leiðarahópinum hjá B36 varð testaður positivt fyri korona i gjár.
Les eisini: Ein positiv koronutest hjá B36
AB og HB spæla grannauppgerð á Tórsvølli. Har er eingin ivi - HB sum hevur vunnið sjey dystir á rað, og sum er oddalið í Betrideildini er stórfavorittur. AB hevur ikki vunnið enn í ár, og hevur ikki tikið nakað stig frá topp-fýra liðunum, tó at var nær við, tá NSÍ vitjaði á Argjum.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
“Stóribeiggi”, ið hevur leigað tríggjar leikarar til AB í summar, vann 5-0, tá liðini hittust í 3. umfari. Tá skoraði Adrian Justinussen fýra mál, harav trý við beinleiðis frísparki. Síðani hevur 7’arin hjá HB næstan ikki spælt, tí hann breyt eitt bein í fótinum nakrar dagar seinni. Adrian og aðrir skaddir leikarar eru skjótt tøkir aftur hjá HB, ið hevur havt eitt frálíkt kappingarár við dananum Jens Berthel Askou á odda.
Í kvøld skal HB økja um frástøðuna til KÍ og B36, áðrenn eyguni verða vend út í Evropa.
Í Runavík bresta tvey tey størstu feløgini í Eysturoynni saman. Víkingur vann 1-0 í einum sera undirhaldandi og góðum dysti í Sarpugerði, tá NSÍ vitjaði í 3. umfari, men er í løtuni 12 stig aftanfyri NSÍ.
Liðið hjá Glenn Ståhl jagstrar fyrst og fremst evropeiskt pláss og kann koma á tað við sigri i kvøld (framvið B36). HB er nakað langt vekk eftir 2-0 tapið á Tórsvølli fyri stuttum. Víkingur er í ongamannalandi, men teir úr Eysturkommunu hava dygdirnar til at bjóða NSÍ av álvara av í kvøld. Runavíkingar hava verið heldur trilvandi seinastu dystirnar uttan Petur Knudsen og Bárð Jógvansson Hansen, tó at sigrarnir eru komnir í hús móti niðaru liðunum.
Vit dagføra støðuna í dystunum á forsíðuni á Portalinum, og hava myndir frá báðum dystunum i kvøld, umframt viðmerkingar og annað úr Runavík.
Dystirnir í kvøld
HB - AB (18:00)
NSÍ - Víkingur (19:00)
Dysturin í gjár
KÍ - ÍF 6-0 (4-0)
15' Patrik Johannesen 1-0
19' Odmar Færø 2-0
31' Jóannes Bjartalíð 3-0
35' Páll Andrasson Klettskarð 4-0
82' Sjálvmál 5-0
86' Ole Erik Midtskogen 6-0
Støðan:
1. HB 43 stig (16 dystir)
2. KÍ 41 stig (17 dystir)
3. B36 37 stig (16 dystir)
4. NSÍ 35 stig (16 dystir)
5. Víkingur 23 stig (15 dystir)
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir)
8. TB 7 stig (15 dystir)
9. AB 7 stig (16 dystir)
Samrøða við Jóannes Bjartalíð eftir 6-0 sigurin móti ÍF í gjárkvøldið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald