Enn ein dagur, enn ein dystur í Premier League. Dystartalið hækkast munandi í desember, nu tað eingir landsdystir eru, miðvikudystir eru á skránni og jólaskráin nærkast:
Í kvøld spæla Everton og Watford seinasta dystin í 16.umfarið. Everton er á heimavølli og er favorittur. Liðið hevur havt eina góða gongd í Premier League síðani seinast í desember, men tapti seinasta vikuskifti í seinastu løtu móti nábúgvunum Liverpool og fekk bert javnleik á heimavølli móti Newcastle í miðvikuumfarinum.
Eftir fimm sigrar á rað í byrjanini av kappingarárinum, hevur tað gingið minni væl hjá Watford. Seinasti sigurin kom á heimavølli móti Huddersfield seinast í oktober. Um Watford vinnur í kvøld, kann liðið aftur koma í ovaru hálvu, meðan Everton kann lyfta seg uppum United og taka 6. plássið.
Eitt áhugavert við uppgerðini, er at Marco Silva fyri fyrstu ferð stendur yvirfyri sínum gamla felagið. Eftir eina góða byrjan uppá seinasta kappingarár við Watford, royndi Everton at fáa fatur á Silva, men Watford vildi ikki av við portugisiska venjaran. Hann varð tó uppsagdur í januar, tí felagið metti at Silva hevði mist fokus; gongdin tá kundi eisini bent á tað.
Marco Silva varð settur av Everton í summar. Ein av hansara keypum var brasilianski Richarlison, ið gjørdi um seg í Watford í fjør. Álopskendi leikarin varð seldur til Liverpool-felagið fyri 50 milliónir pund.Hann hevur skorað sjey mál í Premier League í ár.
20.00: Everton - Watford (TV3 Max/Viaplay)
Støðan í Premier League:
1.Liverpool 42
2.Manchester City 41
3.Tottenham 36
4.Chelsea 34
5.Arsenal 34
6. Manchester United 25
7. Everton 23 *
8. Bournemouth 23
9. Leicester 22
10. Wolves 22
11. West Ham 21
12. Brighton 21
13. Watford 20 *
14. Cardiff 14
15. Newcastle 13
16. Crystal Palace 12
17. Burnley 12
18. Huddersfield 10
18. Southampton 9
20. Fulham 9
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald