Hóskvøldið taptu føroysku kvinnurnar 4-0 í Ukraina. Hetta var tann dysturin í indankappingini, har Føroyar hava verið best við - higartil.
Ungarn liggur 13 pláss aftanfyri Ungarn á FIFA-styrkislistanum. Liðið hevur spælt móti Spania og tvær ferðir móti Skotlandi í undankappingini. Úrtøkan hevur verið null stig og -10 í málúrttøku eftir tríggjar dystir - føroyska liðið er tíggju mál verri higartil. Tá Spania vitjaði í Ungarn í september, endaði tað 0-7. Móti Skotlandi hevur gingið væl betri hjá Ungarn - 0-2 í Ungarn og fríggjadagin var liðið bert minuttir frá at fáa stig í Skotlandi, men so skoraði Rachel Corsie.
Føroyska liðið kemur helst longur fram á vøllin enn vant í kvøld, men venjarin, Lene Terp, leggur dent á, at verjustøðurnar framvegis eru grundleggjandi. Í samrøðu við 3-2 í gjár segði hon, at stig er ikki nakað, ið hon hugsar um enn men heldur samlaðu menningina hjá liðnum og í leikháttinum.
Sambært veddingarfyritøkunum er útiliðið risafavorittur.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 18. Vit fylgja gongdini og hava myndir og samanumtøku av dystinum, ið kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald