Sveis, Týskland, Ongland, Spania, Frakland og Portugal. Hesi seks londini skulu spæla EM-fjórðingsfinalur. Hetta er greitt eftir fyrstu seks "knock-out dystirnar".
Í kvøld eru tvær tær seinastu áttandapartsfinalurnar á skránni:
Í dag, týsdagin 2. juli
17.00: Rumenia - Niðurlond (KVF/DR1)
20.00: Eysturríki - Turkaland (TV2/TV2 Play)
Eysturríki vann óvæntað sín bólk og skal í kvøld spæla móti Turkalandi, sum er eitt heldur torført lið at rokna út. Talan kann gerast um ein undirhaldandi dyst. Trý ella fleiri mál eru skoraði í øllum dystunum hjá hesum liðunum higartil, fyriuttan tí fyrsta hjá Eysturríki og var hann ímóti Fraklandi.
Liðið hjá Ralf Ragnick spælir við nógvari orku og høgari leikferð - turkar hava helst meira spenanndi álopskendar profilar í serliga Güler, Calhanoglu og Yildiz. Eysturríki hevur tó eina sterkari eind og stendur sum favorittur.
Güler og Calhanoglu fremst í turkiska fagnaðinum. Teir gerast helst týðandi í kvøld (Mynd: EPA)
Fyri Niðurlond var tað helst ikki ein vanlukka at tapa móti Eysturríki í síðsta bólkaspælsdystinum og harvið enda á 3. plássi í bólkinum. Tað merkir, at liðið hjá Koeman skal spæla móti Rumenia, ið vann bólk E.
Hetta var óvæntað, og hóast rumenar hava nakrar dygdir, so standa niðurlendingar sum favorittar, og eiga teir at at hava meira at geva í Leipzig. Hetta er tó alt ella einki, og farnu dagarnir í Týsklandi hava víst, at tað als ikki altíð gongst sum væntað innanfyri hvítu strikurnar.
Vinnararnir av dystunum í kvøld hittast í fjórðingsfinalu leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald