Tá Norrøna í kvøld loysti í Havn, var bláa seksmannafarið Herningur við umborð. Tað skal til Danmarkar, til Aalborg.
Róðrarfelagið Knørrur skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur latið nýliga stovnaða Álaborgar Róðrarfelagi bátin.
Stigtakarar til nýggja róðrarfelagið eru Bjarti Guttesen Viderø, Bryndis Maria Jóhannudóttir, Steinar W. á Tórgarði og Vár Petersen. Áhugin hjá føroyingum í Aalborg at rógva er stórur, og longu áðrenn Norrøna loysti, hava tey fleiri ferðir upp í bátin av fólki. Serliga eru tað kvinnurnar, sum halda seg framat.
Báturin skal standa í neystinum hjá Roklubben Ægir á Søsportsvej 4. Tað er eitt satt róðrarumhvørvi, sum føroysku aalborgensararnir sleppa at rokast í, og alt er innansyndis eisini, so tað skuldi verið gott at róð, bæði summar og vetur.
Sambært Róðrarfelagnum Knørri, er ikki greitt enn hvussu báturin fer at eita, men dópur verður fyrsta dagin, ljóðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald