Fótbóltur

Semir Hadzibulic er aftur í KÍ

32-ára gamli miðvallarin var ein profilur í KÍ og í føroyskum fótbólti frá 2016-2018 - eftir eitt hálvt ár burtur kemur serbin nú aftur at styrkja um hópin hjá KÍ.

Semir í nærdyst við Trónd Jensen á heysti í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Semir í nærdyst við Trónd Jensen á heysti í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-12 18:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ boðar í kvøld frá, at ein gamal kenningur er aftur í kongabláum. Talan er 32 ára gamla serban Semir Hadzibulic. Hann kom til KÍ í 2016, og gjørdist skjótt ein umráðandi leikari á liðinum, ið vann steypakappingina tað árið. Eftir trý ár í Klaksvík fóru Semir og familjan av landinum, men tað lá í kortunum, at leikarin møguliga fór at koma aftur, og nú er hetta veruleiki.

KÍ hevur gjørt sáttmála við Semir fyri restina av kappingarárinum, og harvið kemur tekniskt sterki leikarin at styrkja um KÍ til Europa League dystirnar og í meistaraheitsstríðnum. Norðlýsið skrivar, at eftir ætlan kemur Semir til landið sunnudagin og er tøkur beinanvegin. Flytingargluggin letur upp leygardagin, og harvið verður hann tøkur hjá oddaliðnum móti TB á jóansøku eins og til Europa League dystirnar móti Tre Fiori 27. juni og 4. juli.

Les eisini: 
KÍ byrjar á heimavølli í Europa League

Semir er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 70 dystir í bestu deildini. Hann hevur skorað 9 mál fyri KÍ. Semir Hadzibulic hevur, síðani hann fór úr KÍ, spælt við Gjilani í bestu deildini í Kosovo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder