Helmingurin av áttandapartsfinalunum í heimsins størstu kapping fyri lið eru avgreiddar, og vinnararnir av teimum "hitta hvønn annan" í fjórðingsfinalunum. Í hesum fýra mangalar seinni dysturin:
Manchester City (2) - Real Madrid (1)
Lyon (1) - Juventus (0)
Barcelona (1) - Napoli (1)
Bayern (3) - Chelsea (0)
7–8 August verða hesir dystirnir leiktir, og sum sæst, so sær tað sera gott út hjá Manchester City. Barcelona hevur eitt eitt gott útgangsstøði eftir eitt mál í Napoli í dystinum síðst í februar, men Juventus skal venda uppgerðini á høvdini. Manchester City - Juventus er ein sera spenanndi møgulig fjórðingsfinala, og tað er Barcelona - Bayern Munchen so sanniliga eisini. Bayern avgjørdi so at siga alt í dystinum á Stamford Bridge fyri yvir trimum mánaðum síðani.
UEFA kunngjørdi í gjár, at hesir dystirnir verða leiktir á heimavøllinum hjá liðnum, ið eigur heimavøll, og ikki á uttanveltaðum vølli. Restina av Champions League verður avgreidd innan tíggju dagar í Portugal:
Fjórðingsfinalur
1. Real Madrid/Manchester City - Lyon/Juventus
2. Leipzig - Atlético Madrid
3. Napoli/Barcelona - Chelsea/Bayern München
4. Atalanta vs Paris Saint-Germain
Verða leiktar 12–15 August í Lissabon (ein dystur ímóti hvørjum øðrum)
Hálvfinalur:
Vinnarin av fjórðingsfinalu 1 - Vinnarin av fjórðingsfinalu 3
Vinnarin av fjórðingsfinalu 2 - Vinnarin av fjórðingsfinalu 4
Verða leiktar í 18–19 August í Lissabon (ein dystur ímóti hvørjum øðrum)
Finalan verður 23 August í portugisiska høvuðsstaðnum.
Europa League
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar í Europa League hevur eisini verið í dag. Har er ein lítil møguleiki fyri, at Manchester United og FCK hittast í fjórðingsfinaluni, men so skal FCK koppa Istanbul Başakşehir í Parkini fyrst í komandi mánaði. Avgerandi dystirnir í Europa League verða leiktir í sama tíðarbili sum Champions League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald