Næstseinasta umfar í Betri-deildini hjá kvinnum verður leikt í dag. Stórur spenningur er í oddinum, og FM kann so gott sum verða avgjørt í dag, og stríðið kann eisini gerast tættari.
KÍ skal til Skálar, har eitt slag av finalu er á skránni. Fyrr í ár hava liðini vunnu hvør sín dyst á heimavølli, og seinast tá liðini hittust, endaði tað við javnleiki.
Um EBS/Skála vinnur oddadystin í dag, skal nógv ganga galið fyri steypavinnaran, um FM ikki skal koma í hús annað árið á rað. Men um KÍ vinnur, er lagnan í hondunum á KÍ-kvinnunum undan seinasta umfarið, tá HB kemur á vitjan.
HB fer til Sarpugerði í dag fyri at fáa trý stig og nógv mál, so at tær hava ein møguleika á seinasta leikdegi. Fyri HB passar tað best, um KÍ fær fult á Skála. EBS/Skála er trý stig frammanfyri, hevur betri málúrtøku og hevur B68 á skránni í seiansta umfarinum.
Eins og á Skála dystast tvey lið við sama stigatalið í Gundadali. B36 og B68 spæla fyri at sleppa undan niðasta plássinum. B68 vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum fríggjakvøldið, tá ÍF/Víkingur var á vitjan. Liðini hava spælt javnt tvær ferðir í ár, B36 vann tann triðja dystin.
Tað er heldur óheppið, at so týðandi umfar verður leikt týsdag klokkan 16.30. Tað ger tað als ikki betri, at tveir týðandi útsettir dystir í bestu mansdeildini verða leiktir í dag. Serliga gongur tað útyvir EBS/Skála, tí Skála og EB/Streymur spæla somu tíð. EB/Streymur hevur ógvuliga týðandi dyst í Sørvági.
19.umfar:
Tórshavn
|
16:30
|
|||
Skála
|
16:30
|
|||
Norðragøta
|
16:30
|
1
|
|
18
|
14
|
2
|
2
|
72
|
14
|
+58
|
44
|
|
2
|
|
18
|
14
|
2
|
2
|
56
|
17
|
+39
|
44
|
|
3
|
|
18
|
13
|
2
|
3
|
70
|
17
|
+53
|
41
|
|
4
|
|
18
|
6
|
0
|
12
|
26
|
53
|
-27
|
18
|
|
5
|
|
18
|
1
|
2
|
15
|
11
|
72
|
-61
|
5
|
|
6
|
|
18
|
1
|
2
|
15
|
17
|
79
|
-62
|
5
|
Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald