Annað

Sera væl nøgd við ítróttardagin í Klaksvík

Á skránni á degnum í gjár, sum serliga var ætlaður tilflytarum og familjum teirra, vóru m.a. kappingar í kurvabólti, flogbólti, badminton og borðtennis.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-07-16 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 15. juli, skipaðu tilflytarar saman við integratiónsnevndini í Klaksvík fyri ítróttardegi í Klaksvík.

Á skránni á degnum, sum serliga var ætlaður tilflytarum og familjum teirra, vóru m.a. kappingar í kurvabólti, flogbólti, badminton og borðtennis. Eisini vóru fleiri stuttligar kappingar á skránni.

[object Object]

Sambært Klaksvíkar kommunu vóru eini 100 til 150 luttakarar á degnum.

[object Object]

– Øll vóru sera væl nøgd við dagin og luttóku eini 100 til 150 á degnum, har summi eisini vóru komin at heppa á teirra lið. Serliga var tað kurvabóltur, sum hevði stóran áhuga millum áskoðararnar.

[object Object]

Hetta var triðju ferð, at skipað varð fyri einum slíkum tiltaki fyri tilflytarar, so helst er árligi ítróttardagurin fyri tilflytarar komin fyri at verða, skrivar Klaksvíkar kommuna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder