Hondbóltur

Seta hol á EM-fyrireikingarnar

Í kvøld hittist manslandsliðið í Høllini á Hálsi og setur hol á fyrireikingarnar til EM-endaspælið. Tveir venjingardystir verða spældir móti Italia 9. januar og 11. januar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-03 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld setur manslandsliðið í hondbólti hol á fyrireikingarnar til EM-endaspælið, sum byrjar í Oslo 16. januar.

Næstu smáar tvær vikurnar skal landsliðið spæla tveir venjingardystir við Tjarnir móti Italia. Tann fyrri verður fríggjakvøldið 9. januar og tann seinni seinnapartin sunnudagin 11. januar.

Landsliðið er saman hvønn dag til fráferðina til norska høvuðsstaðin 14. januar. Vant verður nakað í kvøld, men í morgin er longri skrá við fundi um miðlar, sosialar miðlar, myndatøka umframt venjing.

Seinni í vikuni verður vitjað eitt nú vitjað í Eysturkommunu, umborð á Norrønu og eisini í SMS.

Óvissa um Elias
Ivamál er um kropsligu støðuna hjá stjørnuspælaranum Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann fekk ein skaða í økslina fyri jól og hevur ikki spælt fyri Kiel síðan.

- Eg fari at gera alt, eg eri mentur, at gerast klárur til fyrsta EM-dystin í Oslo, segði føroyski spælskiparin við Kringvarpið 23. desember.

Føroyar spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti Sveis fríggjadagin 16. januar.

18 spælarar eru úttiknir til endaspælið og 16 vera við hvønn dyst.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HC København (DEN)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

Soleiðis verður spælt í Oslo
Fríggjadagin 16. jan kl. 19.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. jan kl. 17.00 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. jan kl. 19.30 Slovenia – Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder