Hondbóltur

Settu væl og virðiliga punktum

Føroyska U21-landsliðið vann 31-27 á Krotia og endaði nummar sjey í HM-endaspælinum. Hetta er søguliga gott.

Bjarni í Selvindi skoraði og legði upp til nógv mál í fyrra hálvleiki og varð valdur til dagsins spælara (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi skoraði og legði upp til nógv mál í fyrra hálvleiki og varð valdur til dagsins spælara (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-02 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Eftir tvey trý-máls tap fyri Serbia og Danmark vísti føroyska U21-landsliðið við monnum rygg, dirvi, vilja, umframt sterkt og gott hondbóltsspæl í morgun. Talan var um tann átta og seinasta HM-dystin 

Kroatia var mótstøðuliðið og var nakað betri fyrsta partin av dystinum. Okkara hingu tó í, og nógvir ið hava spælt heldur lítið ella einki seinastu dagarnar vístu styrki. Bjarni í Selvindi varð kosin dagsins spælari, Ovi Lützen og hinir fingu verjuna at sita, Kristoffur Bjørgvin var stinnur í báðum endunum, Rói Ellefsen á Skipagøtu spældi við hægri prosentum, Óli Mittún kom ógvuliga væl inn, og vengurnir, umframt Kristian Jensen á strikuni, vóru sum heild tryggir.

Føroyar fingu leiðsluna nakað fyri hálvleik við flottum álopsspæli og sterkari verju og hildu leiðsluni allan vegin; tað eydnaðist eisini at byggja á hana.

Eitt søguliga sterkt føroyskt avrik samanlagt, ið hallarspeakarin eisini staðfesti: Ongantíð áður hevur føroyskt landsliðið staðið seg so væl til eitt endaspæl: Nummar 7 av teimum 32 í HM, og hóast tað ikki rakk til heiðursmerki, kunnu føroyingar vera ernir.

Sí nøkur tøl niðanfyri - meira seinni

HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 7.-8. pláss
Max Schmeling Halle, sunnudagin 02.07

Føroyar - Kroatia 31-27 (16-14)

Føroysku málskjúttarnir:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Óli Mittún 4
Kristoffur Bjørgvin 4
Kristian Jensen 4
Bogi Hansen 4
Pauli Høj 4
Bjarni í Selvindi 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Ovi Lützen 1

Dystargongdin: 
5 min: 2-2
10 min: 4-5
15 min: 7-9
20 min: 10-11
25 min: 13-12

35 min: 19-17
40 min: 23-21
45 min: 25-22
50 min: 27-25
55 min: 28-26


Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok 8
Pauli Jacobsen 1

Mál/Skot: 31/44

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder