
René Shaki Joensen hevur sum frálíður spælt seg til fast plass á føroyska landsliðnum. Í dag var hann spælarin, sum Lars Olsen hevði valt at koma við seg á tíðindafund við føroysku og aserbadjansku pressuni undan landsdystinum á Tórsvølli í annaðkvøld.
Rene spælir við Grindavík í Íslandi og har yviri er kappingin nú liðug. Pepsi-deildin endaði 29. september við Vali sum íslandsmeistara framman fyri Breiðablik og Stjørnuni.
Grindavík, sum annars hevði eina góða byrjan, endaði á 10. plássi, sum er plássið beint oman fyri niðurflytingarstrikuna.
René letur væl at venjingarstøðuni og er takksamur fyri, at hann og aðrir spælarar úr Íslandi hava havt møguleika at venja við HB nú og fram móti komandi landsdystunum eisini.
Rene Joensen skoraði sítt fyrsta mál fyri A-landsliðið í seinasta dysti á Tórsvølli, tá Føroyar vunnu 3-1 á Malta.
Dysturin móti Aserbadjan verður spældur á Tórsvølli í annaðkvøld kl. 19.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald