Fótbóltur

Shaki: Føroysku áskoðararnir tað mest umráðandi

Teir 200 føroysku áskoðararnir á Malta fara at gera mun, heldur René Shaki Joensen, sum er svangur at koma aftur á vøllin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-19 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ta' Qali, Malta (Portalurin) - 25-ára gamli havnarmaðurin er aftur eftir leikbann. Tað er váttað av Lars Olsen, at hann byrjar.

Orkuríki miðvallarin sigur, at tað var hart, at sita á áskoðaraplássinum í Aserbadjan, og at hann og liðfelagarnir vilja prógva nakað í morgin.

René segði eisini, at mongu føroysku áskoðararnir á Malta kunnu geva nakað eyka í morgin. Umleið 200 føroyskir áskoðarar verða til dystin í annaðkvøld.

Føroyska liðið venur í løtuni á leikvøllinum, ið spælast skal á í morgin. Vit fingu orðið á René Shaki Joensen undan venjingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder