Fótbóltur

Shaki skoraði sigursmálið: - Alt er fantastiskt

Ljóð: Stórt rós til NSÍ og mongu áskoðararnar her - høvdu allir dystir verið sum hesir, sigur fegni KÍ'arin eftir 2-1 sigurin í oddadystinum við Løkin.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-09 23:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg hevði hildið meg eitt sindur, tí eg var ikki heilt 100 prosent. Men eg kendi bara á mær har, at hatta fór at vera tað…eitt perfekt innlegg, eg rakti ikki bóltin so væl, men lílamikið: Alt er fantastiskt nú.

[object Object]René Shaki Joensen í nærdysti við NSÍ-málskjúttan Aron Kundsen

[object Object](Myndir: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá oddabrakinum her

Sí eisini: KÍ tók stórt fet í oddastríðnum

Eftir 2-1 sigurin setti René Shaki Joensen orð á inntensa oddadystin við “fantastisku” áskoðarunum. Støðufasti vinstri bakkurin skoraði sigursmálið fyri ósigraða oddaliðið.

Fyrr í vikuni gjørdi 31-ára gamli fjølbroytti spælarin nýggjan sáttmála við KÍ. Havnarmaðurin sigur eftir søta sigurin í kvøld, at teir í KÍ trívast í støðuni eftir ein perfektan fyrsta triðing.

Hoyr alt prátið omanfyri.

[object Object]1.200 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin við Løkin í kvøld. Hetta er helst met, og settu mongu fólkini sín dám á. - Hevði tað altíð verið so, sigur René Shaki Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder