Sveisiska fótbóltsstjørnan hjá Liverpool, Xherdan Shaqiri, verður ikki við í hópinum, tá Liverpool spælir Champions League dyst í Beograd móti Reyðu Stjørnu í morgin.
Orsøkin er politiskur ófriður og mátin Xherdan Shaqiri valdi at vísa sína gleði, eftir at hava skorað eitt mál móti Serbia í HM í summar.
Shaqiri, sum er føddur í Kosovo, vísti sína gleði um málið við at gera eitt tekin við hondunum, sum skal ímynda ørnina við tveimum høvdum, sum er á albanska flagginum. Granit Xhaka, sum til dagliga spælir í Arsenal, vísti somuleiðis sína gleði við hesum tekninum.
Men politiska provokatiónin fall ikki í góða jørð hjá serbunum og hetta varð eisini revsa við eini bót.
Venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp, váttar, at Shaqiri ikki er við, tí at felagið óttaðist við móttøkuni í Serbia, um leikarin var við. Prát hevur verið um, at Liverpool fór at fáa eina sera harða móttøku, um Shaqiri var við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald