Í gjárkvøldið kunngjørdi EB/Streymur, at Sigrfríður Skaale Clemetsen avloysir Jákup Martin Joensen sum høvuðsvenjara. Harvið eru allir slíkir sessir í Betrideildini uppá pláss.
Heimasíðan bolt.fo hevur nú gjørt upp, hvørjar royndir hesir tíggju ymisku menninir hava á hægsta stigi í Føroyum. Tað er eyðsæð, at havnarmaðurin, sum áður hevur staðið á odda fyri B36, HB, AB, TB, ÍF, Víkingi og júst EB/Streymi í Betrideildini, er nógv mest royndur júst har.
Venjarar í Betrideildini 2023
303: Sigfríður Clementsen (EB/Streymur)
125: Jákup á Borg (B68)
63: Jóhan Petur Poulsen (Víkingur)
54: Dan Brimsvík (B36)
27: Michael Schjønberg (07 Vestur)
23: Aleksandar Jovevic (ÍF)
17: Dalibor Savic (HB)
12: Henrik Larsen (AB)
0: Magne Hoseth (KÍ), Dan Jensen (TB)
Sigfríður Clementsen vann greipuna við júst EB/Streymi í 2008 og hevur eisini vunnið FM og Løgmanssteypið við B36. Maðurin, sum seinastu árini hevur verið FSF-mennari og ungdómslandsliðsvenjari, skapti eisini stóra evropeiska framgongd við B36 og Víkingi og vann steypakappingina tríggjar ferðir við Víkingi.
Hetta verður fulla kappingarár nummar trý hjá Jóhan Peturi Poulsen og Dan Brimsvík, ið komu inn í sínar sessir seint í 2020. Maðurin, ið Dan Brimsvík avloysti í B36, hevur næstflest royndir sum venjari í Betrideildini - Jákup á Borg kom til B68 í mai í fjør og vendi gongdini har. Nú skal byggjast uppá á Toftum.
Jákup á Borg helt B68 uppi í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)
Danin Micheal Schjønberg tók við í Vágunum síðsta vetur. Aleksandar Jovevic var settur í Fuglafirði um sama mundi og fekk ÍF upp í Betrideildina aftur, har serbin sum hevur verið í Føroyum í tjúgu ár hevur 23 dystir á baki sum høvuðsvenjari - hjá júst ÍF í 2015.
Dalibor Savic og Henrik Larsen komu til síni lið miðskeiðis í síðsta kappingarárið. Dan Jensen og Magne Hoseth eru heilt nýggir í Betrideildini. Danin hevur fingið TB upp aftur - hjá norðmanninum í KÍ er hetta fyrsti ferð, at hann er høvuðsvenjari yvirhøvur.
Samanlagt eru tað teir fýra føroysku venjararnir, sum eru mest royndir í Betrideildini, og hetta er ikki so løgið. Hinir seks - tríggir danir, ein serbi, ein svii (við røtum úr júst Serbia), og ein norðmaður - hava ikki nógvar royndir í hesum høpinum, men hava roynt nógv ymiskt annað á sínari fótbóltsleið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald