Annað

Signhild rakk akkurát ikki hálvfinaluni

Enn er tó ein lítil møguleiki at sleppa upp í part.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-08 13:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Signhild Joensen svam í morgun 200 metrar ryggsvimjing í Evropameistarastevnuni í Glasgow.

Signhild svam teinin uppá 2:15.84, sum er nakað frá hennara bestu tíð, sum er føroyska metið á 2:14.01. Hetta er tó hennara næst besta tíð, sum hon hevur svomið um morgunin á svimjikapping.

Hóast Signhild væl og virðiliga megnaði at svimja undir kravtíðina uppá 2:16.13 til HM í Suðurkorea í 2019, so var Signhild ikki heilt glað fyri tíðina. Svimjing.com skrivar, at Singhild segði at hon var “so tætt við”, og sipaði til hálvfinaluna. Singhild er nú næsta reserva at sleppa at luttaka í hálvfinaluni í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder