Signhild Joensen, svimjari hjá Ægi í Klaksvík, fekk gott úrslit í altjóða kapping í franska býnum Saint-Dizier í vikuskiftinum.
11 svimjarar hjá Ægi hava í heystfrítíðini verið á venjingarlegu í Saint-Dizier, og legan endaði við luttøku í hesi kappingini. Venjingarlegan var liður í fyrireikingunum til FM á stuttgeil seinni í ár.
Í gjár endaði Signhild Joensen ovast á sigurspallinum, tá hon vann gull í 100 metra ryggsvimjing. Hon svam teini í tíðini 1 minutt og 02.15 sekund.
Frammanundan vann hon sær eisini bronsu í 200 metra ryggsvimjing, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Rebekka Trygvadóttir kemur eisini heim við heiðursmerki úr Saint-Dizier. Hon svam finalu í 200 metra bringusvimjing í sinum aldursbólki, og fekk bronsumerki fyri tíðina 2 minuttir og 43,28 sekund.
Magnus Jákupsson, ið annars svimur fyri Danmark, var eisini við í hesi kappingini, og vann silvurheiðursmerki í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 24,76 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald