Hondbóltur

Silja og Valur vunnu oddadyst

Silja Arnrímsdóttir Müller var inni til eitt brotskast og bjargaði hesum - talan var um sigur nummar 40 á rað í øllum kappingum hjá íslendska meistaraliðnum.

20 ára gamla Silja Arngrímsdóttir Müller er sum útgangspunkt eykamálverji hjá íslendska meistaraliðnum - og 3. málverji aftanfyri Anniku Fríðheim Petersen og Rakul Wardum á landsliðnum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

20 ára gamla Silja Arngrímsdóttir Müller er sum útgangspunkt eykamálverji hjá íslendska meistaraliðnum - og 3. málverji aftanfyri Anniku Fríðheim Petersen og Rakul Wardum á landsliðnum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-01-09 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur strúkandi hjá Vals-kvinnum, sum fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Águst Jóhansson, stendur á odda fyri. Liðið vann greipuna í fjør og hevur tvey íslendsk meistaraheiti á rað.

Í gjárkvøldið, mikukvøldið 8. januar, gjørdist talan um sigur nummar 40 ár rað í øllum kappingum. Hetta var, tá Fram vitjaði til oddadyst á Hlíðar­enda.

Tað var 16-15 í stegðinum, leikaði javnt á fyrstu løtu eftir steðgin men síðani fór Valur eitt sindur frá og vann 31-28.

20 ára gamla Silja Arngrímsdóttir Müller, sum er hálvur íslendingur, skifti í summar úr Neistanum. Hon er sum útgangspunkt eykamálverji hjá íslendska meistaraliðnum - og 3. málverji aftanfyri Anniku Fríðheim Petersen og Rakul Wardum á landsliðnum.

Silja kom inn fyri at royna at verja fyri brotskasti hjá Fram - og hetta eydnaðist hjá føroyska málverjanum. 

Við sigrinum hevur Valur nú 22 stig fyri 11 dystir. Fram og Haukar eru seks stig aftanfyri.

Nógv vinnandi liðið úr Reykjavík varð kosið fjórðbesta ítróttarliðið í Íslandi í 2024. Mansliðið hjá felagnum, sum Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi spæla fyri, gjørdist ovast á listanum og varð heiðrarð í Hørpuni síðsta vikuskifti.

Sí eisini: Valur var ársins lið í Íslandi í 2024

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder